Leygardagin verður Ein dagur á grynnuni hildið fyri fimtu ferð


Ein dagur á grynnuni hevur veruliga funnið sítt pláss á árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum.Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum, og verður hildið fyri fimtu ferð í ár.



Eins og undanfarin ár, verða borð og grillir stillað fram undir tjøldum í Tórsgøtu, har ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum verða borðreiddir, sum til dømis laksur, makrelur, hummari, kræklingur, igulker og mangt annað.



Fyritøkur úr øllum landinum fara at hava básar á økinum, har borðreitt verður við mati og drykkivørum. Møguleiki verður eisini at hvessa sínar knívar, kr. 40,- per knív. Alt hetta og mangt annað verður at uppliva á degnum.



Alt tilfarið, sum verður brúkt á tiltakinum, sum til dømis bestikk, tallerkar og gløs, verður framleitt úr umhvørvisvinarligum tilfari, og eingin einnýtisborðbúnaður úr plasti verður brúktur til tiltakið, soleiðis at Ein dagur á grynnuni verður so umhvørvisvinarligt sum gjørligt.





Ein dagur á grynnuni verður í Tórsgøtu leygardagin 4. mai klokkan 10 og heldur fram til áleið klokkan 16. Skrá og nærri kunning verður at finna á Facebook síðuni hjá tiltakinum dagin fyri, t.v.s. fríggjdagin 3. mai.