Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini


Løgtingið eigur at verða kallað saman í stundini!



Fólk, sum eru í sóttarhaldi, hava ikki rætt til sjúkradagpening, tí lógirnar um hetta eru farnar úr gildi.



Vit í Tjóðveldi heita tí á landsstýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag alt fyri eitt, so arbeiðsfólk ikki standa á berum.




Umframt hetta eigur koronastøðan sum heild at vera viðgjørd saman við andstøðuni.