Mannagongdir í samband við stigvísa uppafturlatingina av dagstovnunum


Korona ráðgevingin metir at smittubreiðslan er av slíkum slag í løtuni, at tað er ráðiligt at lata skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar upp aftur í samsvar við tær vegleiðingar sum vóru komu út í mai.





Broytist smittu støðan komandi dagarnar, so kunnu tilmælini frá korona ráðgevingini broytast samsvarandi.





Sum tit helst vita, eru øll boð sum stovnsleiðararnar hava sent, út í samband við Covid-19, enn galdandi.





Hettar merkir, at tað enn er neyðugt at boða frá um barn tykkara møtir á stovni, komandi tíðina. Og er hettar galdandi inntil stovnanir koma við nýggjum boðum.





Hettar kann tykjast møtimikið, men tað er neyðugt. Hettar er vegna tað, at enn eru børnini skipaði í bólkum, og tí er umráðandi at talið á starvsfólki passar til barnatalið á stovunum.





Foreldur at børnum á dagstovnunum hjá kommununi skulu tí siga frá um børnini koma á stovn og umframt hvat klokkan børnini koma. Fráboðanin má verða leiðarinum á stovninum í hendiáðrenn kl. 12.00 fríggjadagin 14. august.





Til tess at avmarka smittu í sambandi viðeina varliga upplating av stovnunum,skulu vit fylgja hesum mannagongdunum, sum øll starvsfólk og foreldur skulu halda seg til.





Avlevering av børnum:



Børnini verða avleverað við inngongdina til stovuna. Foreldur og børn vaska ella spritta hendur. Foreldur ringja og boða frá tá tey eru uttanfyri og eitt starvsfólk fer út í gongina og tekur ímóti. Foreldur koma ikki inn á stovuna.





Skiftiklæðir:



Hvørt barn skal hava eina tasku við skiftiklæðum, sum verður tikin heim við hvønn dag.





Heintan av børnum:



Foreldur ringja tá tey eru uttanfyri. Eitt starvfólk ger barnið klárt og fer út við barninum.



Foreldur vera biðin um ikki at koma inn á stovnin. Bara foreldur avleverða og heintar barnið.





Smærri avbyrgdir bólkar:



Bólkar við børnum, halda til á somu stovu, við somu starvfólkum. Bólkar við børnum og starvfólkum, møtast IKKI ígjøgnum dagin. Øll sita við góðari frástøðu ( 2 m.) til hvønn annan, meðan tey eta.





Ein bólkur er í garðinum ísenn. Annars verður fari túr út um garðin, hvør sær.So nógv virksemi, sum gjørligt er uttandura.





Reinføri:



Eitt starvsfólk hevurábyrgd av at vaska og sóttreinsa samb. Vegleiðing frá mynduleikunum.



Øll skulu vaska hendur við jøvnum millumbilum, í minsta lagi annanhvønn tíma o.a. eftir vegleiðing frá mynduleikunum.





Foreldur vera biðin um at læra børnini góðar reinførisvanar, s.s. at vaska hendur. Verða biðin at halda frástøðu og læra børnini tað.





Sjúkueyðkenni:



Hava starvsfólk ella børn sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma á stovn.





Spæl uttanfyri stovnstíð:



lt verður til at so fá børn sum gjørligt spæla saman, og at tey spæla saman við teimum børnunum, sum tey frammanundan ganga á stovni saman við.





Á heimasíðuni www.corona.fo/dagstovnaokid er somuleiðis eitt yvirlit yvir góð ráð til foreldur at børnum, sum byrja aftur á stovni.





Verkætlanin Jól til jól



Sum kunnungt eru dagstovnarnir, saman við skúlanum, farnir undir eitt samstarv, har endamáliðer at geva børnunum bestu fortreytir fyri eini góðari skúlabyrjan. Við hesum samstarvi, ynskja vit at gera børnini kend við hvønn annan, við skúlaumhvørvið og lærarar, sum taka ímóti teimum, tá tey byrja í 1. Flokki. Tíverri ger støðan viðvíkjandi Covid-19 tað soleiðis at hendan verkætlanin kann ikki halda fram soleingi tilmælini um smittubreiðslu eru galdandi. Sum alt annað verður støðan eftirmett og vónandi kann verkætlanin byrja aftur í januar 2021 um støðan í samfelagnum loyvir tí. Meir kann lesast um verkætlanina Jól til jól á heimasíðuni hjá kommununi her.