Matstovur og skeinkistøð skulu stongja klokkan 23

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur í kvøld lýst kunngerð um at matstovur og skeinkistøð skulu stongja í seinasta lagi klokkan 23.

Kunngerðin kemur í gildi 7. august og fer úr gildi tann 31. august 2020.