MEST gongur nýggjar leiðir fyri at fáa starvsfólk til bygging av nýggja havrannsóknarskipinum


MEST ger øðrvísi filmslýsing fyri at fáa fatur á góðari starvsmegi





Tað er nógv virksemi í Føroyum og nógv verður gjørt fyri at fáa fatur á tí røttu arbeiðsmegini. Á MEST hava tey fyrr í vár sett búeindir upp til 48 starvsfólk á Skála. Her húsast útlendingar, sum eru í Føroyum og arbeiða hjá MEST í samband við nógva virksemi.





Í september kemur skrokkurin til nýggja havrannsóknarskipið til Føroyar har skipið skal gerast liðugt á Skála. Hetta arbeiði væntast at verða liðugt á sumri 2020. Í hesum sambandi hevur MEST brúk fyri uppaftur fleiri starvsfólkum enn teimum 300 starvsfólkunum, sum starvast á MEST í dag. Í hesum sambandi hevur MEST valt at framleiða eina filmslýsing saman við føroysku fyritøkuni Polarfilms.





Filmurin sæst á Youtube. “Hetta er ein miðil vit ikki áður hava brúkt til at lýsa eftir fólki. Nú verður spennandi at síggja hvussu fólk taka ímóti lýsingini, sigur Mouritz Mohr, stjóri”.