Miðvágs kirkja, føstuguðstænasta


Miðvágs kirkja, føstuguðstænasta


Komandi hóskvøld, 21. mars kl 20, prædikar Ovi Brim, sóknarprestur. Sørvágs tónleikarfelag framførir. Ovi hevur eisini ein samandrátt av prædiku síni á enskum, so tey, sum ikki skilja so væl føroyskt, eisini kunnu fáa lut í gleðiboðskapinum. Tit, sum kenna onkran í hesi støðu, eggið teimum til at koma í kirkju. Og øll eru sjálvsagt vælkomin til hugnaligan drekkamunn í kirkjukjallaranum beint eftir guðstænastuna.