Miðvágs kirkja


Komandi sunnudag, 1. Sept, kl. 11 verður gudstænasta við Marjun í Kálvalíð presti og Una Næs dómprósti.



Uni Næs setur Marjuna í Kálvalíð í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi.



Eftir gudstænastuna verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. Døgurði verður fyri innbodnum í Arbeiðarafelags-húsinum í Miðvági kl. 13.30





Kirkjuráðið