Móttøka fyri Bartal Poulsen og Árant á Mýrini


Vága Kommuna:



Ídøgunum 25. 26. og 27. apríl varð Føroyameistaraskap fyri badminton 2019 leikt í høllini á Hálsi.



Fyri okkara lið, MBF merkti hetta, at tað blivu Bartal Poulsen, sum vann gull og Árant á Mýrini, sum vann bronsu.



Vit hava í dag havt móttøku fyri hesum báðum stjørnuskotunum, har borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen, handaði teimum blómutyssi og eina gávu.



Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og blíðan byr.