Myndir: Fyrsti festivaldagurin er av

G! Festivalurin: Luktaði tú fjósið? Sveittaði tú í sauna? Hoyrdi tú Eivør spæla Guðrið, Marius spæla Gretu og hevur tú sand í skónum?




Fyrsti dagur á G! er av og hetta er ein G!-hósdagur, vit seint fara at gloyma. Sandurin varð opnaður við okkara fólkakærastu tónleikarum, sum spældu løg hjá hvørjum øðrum. Eivør, Marius, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir og Høgni fingu fjøldina at syngja við og skjótt var, at sandurin fyltist.

Phlake kom aftur til Føroyar á vitjan meðan bæði føroyska Jasmin og danski Noah Carter fingu spæliplássið at kóka. Í Fjósinum hoyrdust ársins tyngstu málmskonsertir við Irons Lungs, Zhrine og Baest

Seinasta konsertin varð hildin á spæliplássinum við belgisku SHHT. Vit høvdu gjarna viljað sagt nøkur orð um konsertina… men orð eru fátøk.

Myndir: JN.fo / Jóanis Albert Nielsen