Myndir: Móttøka fyri heimsmeistaranum


Í kvøld skipaði Vága kommuna fyri móttøku í sambandi við at Sarita K. Hansen úr Miðvági vann heimsmeistaraheitið í inniróðri, kappingin var hildin í Long Beach í California.



Sarita, sum róði í lættvektsbólkinum 27-35 ár, vann við tíðini 07:29.0. Sarita fór nakað afturum í fyrru helvt av róðrinum, men megnaði at halda sína ferð, ímeðan kappingarneytin byrjaði at dragna.