Nakrar hugleiðingar um mótmælistiltakið móti staðseting av tjóðleikhúsi á Skálatrøð


Tá ið eg fyri stuttum frætti, at Høgni Hoydal frægi, ætlar til Danaland, við biddarahattinum í hondini, fyri at biðja um pening til tjóðleikhús á Skálatrøð, stúrsaði eg við - ja, okkurt hevði tjóðveldiskappin Erlendur Patursson sagt. Serliga undrar tað aftan á at man hevði lisið um, at partakvinna Høgna Hoydals, Sirið Stenberg hevði takkað nei til stórfingna gávu frá donsku fyritøkuni Novo Nordisk, um ókeypis at byggja eitt diabetes miðstøð í Føroyum fyri fleiri 100 tals milliónir – nettupp við teirri grundgeving, at peningurin var danskur. Hetta gevur lítla meining millum manna, tá ið hugsað verður um, at fleiri túsund Føroyingar líða av diabetis.



Well nevermind. Hatta kann sleppa at hanga í luftini eina løtu..........



Aftur til staðsetingina av tjóðleikhúsi á Skálatrøð :



Eg havi samskift við nógv fólk hvønn dag í mínum arbeiði sum handilsmaður. Frá teimum fekk eg tað greiðu fatan, at fólk í stórum tali ikki vóru glað um at eitt stórt monstrum, sum – um parkeringin til húsið verður tikin við – fer at seta seg á 75% av tí opna fríða lendinum á Skálatrøð.



Havnin er høvuðsstaður allra Føroyinga. Hetta merkir at fólk uttanífrá hava allan rætt at koma lætt til Havnar, og eiga eins og havnafólk at hava rætt til at kunna seta bilin frá sær.



Í Tórshavnar Býráð situr ein meiriluti, sum onkusvegna hevur fingið stikni til bilferðslu í Havn. Og hesi fólk hava skund. Tey hava skund at niðurlaða møguleikan hjá fólki lættliga at koma inn í Havnina við bili. Eg hugsi um miðbýðin, har eru til dømis gonguteigarnir nú vornir so stórir, at har er illa koyrandi yvirhøvur. Eg haldi, at eg tali fyri mong tá eg sigi, at “her eru tit farin heilt skeivt í býin”.
Hesin ágangur móti bileigarum tykist verða vorðin ein hjartasøk hjá Tjóðveldi í býráðnum og Anniku Olsen, borgarstjóra. Tey tvíhalda eisini um, at tjóðleikhúsið skal verða á Skálatrøð.



Eg kenni nógv tjóðveldisfólk, ið ynskja hetta hús arðastaðni, tí tey eru góð við Skálatrøð, og eisini tí at tey sum flest øll onnur eiga ein bil, vilja hava møguleika at seta bilin frá sær, tá tey vitja í Miðbýðnum. Fólk ynskja rætt og slætt ikki, at hesin síðsti opni bletturin upp á yvir 5000 fermetrar skal hvørva undir einum bygningi, sum ein avgjørdur minniluti, enntá bara við hvørt skal brúka.



Man hevur hoyrt ymsar útmeldingar frá bæði Anniku Olsen og Gunvør Balle har tær á hvør sín trilvandi hátt, vánaliga hava argumentera fyri, at staðsetingin skal verða á Skálatrøð (kosta hvat tað kosta vil). Teirra argumentatiónir bera brá av livibreyðspolitikkarum hvørs størsta endamál er at fáa sett ein varða eftur seg – havandi frískt í huga Heðin Mortensen, sum fekk sína óvanliga dýru trappu, hvørs endaligi prísurin ongantíð er komin fram. Man kann so gera sær sínar metingar, um henda trappa er allan peningin verd, og um hon verður nýtt tilsvarandi nógv. Og hví skulu Annika Olsen og Gunvær Balle ikki eisini krevja sín varða trumfaðan ígjøgnum á síðsta opna fjøruplássi í Havnini? Eisini at uppá tross av, at yvir 2000 Føroyingar hava mótmælt hesi staðseting av tjóðleikhúsinum. Hetta er tíverri magtarroganca, tá ið hon er ringast.



Tær hava ikki fatað enn, at meirilutin av Føroya fólki ikki vilja hava staðseting av tjóðleikhúsinum á Skálatrøð.



Gunvør Balle rør framundir, at “um man bert hyggur burtur frá parkering, hvat so?” Nei, Gunvør, góða – fólk vilja ikki hava hesin opni bletturin hvørvur undir einum stórum monstrum av bygningi. Og Annika Olsen er komin við einum púra ørandi projekti, har hon hugleiðir um parkering undir jørð. Uttan so mikið sum at hava gjørt sær tankar um og enn minni kannað, hvussu nógvar 100 tals milliónir hetta fer at kosta, og hvørjir vansarnir standast av hesum; og síðst men ikki minst: Hvør skal betala hetta, Annika ?



Nei, eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur her: Eg sakni fólk í Tórshavnar Býráð, ið veruliga eru góð við Havnina. Eg sakni fólk, ið verðuliga vilja leggja eina heildarætlan fyri Havnina við einum breiðum meiriluta aftanfyri seg, har ið bæði samgonga og andstøða bróta upp ermar og fara til verka, Havnini at sóma – kanska við eini kønari “Havna-nevnd”, sum kann vegleiða polittikkarar, ið hóast alt verða skiftir út við jøvnum millumbilum, alt eftur undirtøku, og tí hava skund at seta okkurt tilvildarligt og helst dýrt eftirmæli eftur seg. Havnin hevur ikki ráð til slíkt!



Eg fór undir at savna inn undirskriftir í handlinum og á Facebook fyri at mótmæla staðsetingi av tjóðleikhúsi á Skálatrøð fyri gott 3 vikum síðani. Undirtøkan hevur verið ovurhondsstór og vit hava savna inn gott 2000 undirskriftir higartil og har legst bara til. Kundi eg talt tey samsintu við, ið ikki tora at seta sítt navn á pappír, men hava verið inni á gólvinum hjá mær og vóru samd í hesum, ja, so vóru minst tvífalt so nógv mótmæli.



Tað, at Annika Olsen, sum skrivliga, hvassligt hevur boðað mær frá, at hon ikki vil móttaka hesar undirskriftir frá mær, tá eg komi niðan í býráðshúsið við teimum, og Gunvør Balle, sum vegna Høgna Hoydal, fastheldur at fáa tjóðleikhús á Skálatrøð fyri einhvønn prís, velja at yvirsíggja henda stóra bólk av fólki, ið staðiliga mótmæla hesa staðseting. Tað sigur tað meira um tær enn nakað annað.



Hetta mál hevur stóran týdning fyri meg, og eg veit, at eg havi stóran uppbakning frá fólki at halda á við hesum stríði, til at meirilutin í Tórshavnar Býráð skilur álvarin og flytir staðsetingina av tjóðleikhúsi.



Lat onga misskiljing vera: Eg eri ikki ímóti einum tjóðleikhúsi, tvørtur ímóti! Eg vil bara hava, at makthavarnir brúka vit og skil og lurta eftir, tá ið fólkið talar at. Ongin ivi um at, at her eru nógv onnur góð støð í Havnini. Eg kann til dømis nevna, at eitt uppskot við tekning fyriliggur í býráðnum um staðseting á Boðanesi. Hetta kundi verið ein góð staðseting við útsýni til tað opna havið.



Eg ætli mær ikki bara at koma við 2000 til 2500 mórmælisundirskriftum og spæla tvørur og bara siga nei. Eg vil nýta høvið at koma við einum konstruktivum hugskoti um at fríðka um Skálatrøð, har ið man tvífaldar núverandi 200 p-básarnir nøkulunda soleiðis :



Um man asfalerar Skálatrøð av nýggjum (sum er hart tiltrongt) og teknar p-básarnir upp av nýggjum við einum ávísum vinkli, so fær man beinan veg 60-80 fleiri básar nærum ókeypis – haldi forrestin at tað er løgið, at okkurt av klóku høvdunum í býrádnum ikki hevur roknað hatta út fyri langari tíð síðani. So resta bert einir 120 básar, og hesar fær man við at byggja eitt beherkað og ikki óv høgt parkeringshús inni ímóti berginum á Skálatrøð. Her kann man so annahvørt byggja eldraíbúðir ella serhandlar oman á parkeringshúsinum; so fær man eisini liv í á hesum á vakra og veðurgóða økinum, sum Skálatrøð er. Fleiri trøð áttu eisini at verið plantað á Skálatrøð, eins og man kundi sett nakað av benkrum og borðum upp. Soleiðis fær man eina vakra, nytturíka og lívliga Skálatrøð. Til ber sjálvandi væl, at ein triðingur av hesum 400 parkeringsbásum verða 3 tímar sona og restin áhaldandi fekk sínar núverandi 8 tímar.



Góðu Annika og Gunvør, skilja tit ikki at eitt tjóðleikhús kann liggja næstan alla aðastaðni enn júst á Skálatrøð? Vísið eyðmýkd fyri tí ábyrgd, sum tykkara veljarar hava borið tykkum upp í hendurnar, og takið hesa staðseting aftur. Fríðkið heldur um Skálatrøð og tvífaldið parkeringina, til frama fyri at alt Føroya fólk, í staðin fyri at brúka øki til bert tey fáu, ið vitja tjóðleikhúsið.



PS. Eg havi altso ongar ætlanir at stilla upp til komandi býráðsval, um onkur skuldi fingið hug at stungið mær tað í skógvarnar. Eg eri bert ein vanligur handilsmaður, ið er sera góður við Havnina, og sum mótvilliga hevur valt at stilla seg í skjótiskivuna í almenna rúminum, alt Havnini at frama.



Við páskakvøðu



Høgni Lützen
Havn