Norðborg landar til Bergfrost í Fuglafirði

 Norðborg kom á Fuglafjørð í nátt, teir byrjaðu at landa kl. 5 í morgun. Norðborg hevur góð 1.300 tons av heilfrystum svartkjafti, eisini hava teir 150 tons av mjøli.

Norðborg hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi.

Ætlanin er at fara nýggjan túr á midnátt.