Norðingur er á veg inn

Norðingur sum hevur verið á svartkjaftaveiðu suður úr Føroyum er ávegis á Fuglafjørð har teir skulu landa.

Norðingur hevur henda túrin fingið 1900 tons av svartkjafti, og sleppa teir framat at landa til Havsbrún tá ið liðugt er at landa Hoyvík, sum væntandi verður tíðliga í morgin.