Nú ber aftur til at søkja um stuðul til ferðavinnumenning


Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnu, ið stuðla menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Stuðulin verður latin til at seta nýggj góðskutilboð og átøk innan ferðavinnu í verk.





Tað ber tó ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.





Øll hava møguleika at søkja um stuðul, um treytirnar eru loknar, tað verði seg einstaklingar, fyritøkur ella felagsskapir. Sí meira um treytirnar á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.





Umsóknarfreist





Umsókn skal sendast Visit Faroe Islands í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar. Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juni.





Meira kunning um stuðulsskipanina og vegleiðing um treytir o.a. er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.