Nú ber til at tekna seg til Føroya vakrasta hálvmarathon 2019

Í ár verður tiltakið leygardagin 7. september. Teinurin gingið/runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandagvági.

Gangarar fara kl. 10:00 úr Gásadali; til ber at tekna seg her

Rennarar fara kl. 11:00 úr Gásadali; til ber at tekna ser her

Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran. Í ár kunnu luttakarar eisini velja at lata meira pening umframt tær 100kr, ið gangarar lata sum partur av luttøkugjaldinum.

Aftur í ár ber eisini til at ogna sær eina #FVHM G&G renniblus fyri ein serprís á 450kr.

KOSTNAÐUR FYRI LUTTØKU

Kr. 250 fram til fríggjadagin 01. apríl
Kr. 350 fram til fríggjadagin 31. mai
Kr. 400 fram til fríggjadagin 26. juli, seinasta freist at keypa Guðrun & Guðrun renniblus
Kr. 450 fram til leygardagin 7. september

Við í gjaldinum er heiðursmerki, startnummar, ferðing frá Giljanesi til start í Gásadali, matur tá komið er á mál, umframt undirhald á rutuni.