Nú sleppa mykinesfólk av við oljutunnurnar

Í morgun fóru fólk frá Magn vestur til Mykinesar við Jósupi, teir høvdu útgerð við, sum skal setast upp í Mykinesi, soleiðis at mykinesfólk, tá ið útgerðin er sett upp í morgin, kunnu fáa olju koyrda til hús og pumpaða í tangan, uttan at brúka oljutunnur - tað verður helst ein stórur lætti, hjá mykinesbúgvum.

Oljugoymslan verður í tangunum hjá SEV.

Vit prátaðu við fólki frá Magn í morgun tá ið Jósup fór av Sørvági, teir rokna við, at teir verða liðnir at seta útgerðina upp í morgin.