Nýggj BÍBLIA á veg

 Hesa vikuna er bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum. Í
brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni. 

Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna, og í
løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu
hond á. Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum. 

Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á
stuðli frá tykkum øllum. Tí heita vit á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa
saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing. 

Stuðul kann latast á kontu í BankNordik: 6460 - 382.873.7 

HJARTANS TØKK FYRI STUÐULIN!