Nýggja kanningarmiðstøðin tekur skap


Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt av øllum alvi við at gera nýggja kanningarmiðstøð klára á Eirargarði.



Ikki er neyðugt við ávísing frá kommunulækna fyri at verða kannaður fyri koronu á miðstøðini. Fólk skulu bara møta upp í bili og so taka okkara røsku starvsfólk sær av tykkum.




Eftir ætlan verður alt klárt mánadagin seinnapart. Meira verður at frætta, skrivar Landssjúkrahúsið.