Nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya tilnevnt


Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya at stjórna stovninum næstu fýra árini.



Í stýrinum eru sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir limir og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, men fyri limin hjá teimum lesandi er skeiðið 1 ár.



Uttannhýsis stýrislimirnir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi og skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.



Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum. Stýrið skipar seg við formanni og næstformanni, sum skulu vera millum limirnar, sum landsstýrismaðurin hevur valt. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.



Sum nýggjan stýrislim hevur landsstýrismaðurin valt Elaine Munthe, ið er dekanur á universitetinum í Stavanger og er professari í pedagogikki. Hinir limirnir eru afturvaldir.



Millum málini, sum standa fyri framman eru uttanhýsis eftirmeting av m.a. Námsvísindadeildini og ætlanin at savna Fróðskaparsetrið í eitt sonevnt kampus.



Frá 1. januar 2021 er stýrið soleiðis mannað:



Uttanhýsis limir og varalimir valdir av landsstýrismanninum:








Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum: