Øðrvísi online gudstænasta


Støðan í Føroyum er tann at myndugleikarnir fráráða at møtast í størri bólkum. Tessvegna hava vit onga guðstænastu í Oasuni sunnudagin 10. januar.





Ístaðin bjóðar Oasan bjóðar til eina øðrvísi online-gudstænastu sunnumorgunin 10. januvar kl. 11,00. Øll eru vælkomin at vera við.





Vit hoyra ein sang, sum øll kenna. Jóhan Petur Johannesen fer síðani at siga nakað um "tíðina". Eftir hetta er møguleiki at kjatta spurningar inn til Jóhan Petur Johannesen, sum verða svaraðir í beinleiðis stroymingini.





Tú kanst fylgja við stroymingini á facebook-síðuni “Fríkirkjan Oasan” ella á hesi youtube-adressu: https://www.youtube.com/watch?v=oFX8OT71hOI





Oasan er ein sjálvstøðug fríkirkja í Hoyvík, men fólk úr øllum landinum og úr øllum trúarbólkum (og ikki í trúarbólkum) eru vælkomin at vera við.