Polar Princess landar í Kollafirði mikudagin


Grønlendski trolarin Polar Princess kemur á Kollafjørð seint týskvøldið, teir koma úr Barentshavinum, har teir hava fiskað í tvær vikur, teir hava 525 tons av heysaðum fiski, sum verður landaður í Kollafirði.



Kvotan í Barentshavinum er fiskað, so nú verður farið til Eystur-Grønlands at fiska svartkalva.



Nakrir føroyingar eru við Polar Princess, skipari er Leivur á Rógvi úr Vestmanna.