Proppur í norður um Fjall - video

Í løtuni er stórur trafikproppur í tunnlunum norður um Fjall. Løgreglan kom á staði at skipið ferðsluna um 16 tíðina. Ein lesari hevur vent sær til JN.fo, og sigur, at summir bilar hava bíða í meira enn 45 minuttir fyri at sleppa ígjøgnum, men nú er so smátt komin gongd á aftur.

Lesarin hevur frætt, at hetta er tann triði trafikproppurin í dag.