Røða hildin á 16. veðurlagsverkfallinum






ðu verðurlagsverkfallsfólk!



Hettar er higartil besti dagur á árinum, sólin skínur, taðer langi fríggjadagur og øll eru smílandi og glað. Men taðsum vit fylkjast um í dag eru veðurlagsbroytingar á jørðini, og taðer hvørki jaligt, gleðiligt ella behagiligt at røða um. Men veðurlagsbroytingar eru, og skal lív verða lagaðokkara børnum, so krevjast óbehagiligar avgerðir, politiskar broytingar og broytingar hjá tær og mær.



Hevur tú roynt at verða ordiliga ordiliga bangin. At hava hjartabankan, sveitta og bara hava ta einu ræðuligu myndina í høvdinum alla tíðina, tann eina tankan sum melur runt og runt. Líkamikiðhvat tú gert og hvønn veg tú vendir tær, so fylgja ræðuligu tankarnir og myndirnar við. Hettar er angist. Í dag stúra alt fleiri børn og ung um framtíðina, um hvat globala upphitingin fer at gera. Hvat dálking og yvirnýtsla av náttúrutilfeinginum fer at gera. Tey hava eco-anxiety, umhvørvisangist.



Svenska Greta Thunberg er orsøkin vit eru savnaði her í dag. Sjálvt um hon einans er 16 ár, so hevur hon longu skrivaðseg í søgubøkurnar, tí hon í august í fjør setti seg uttanfyri svenska Ríkisdagin viðeinum skelti, har taðstóð"skolstrejk för klimatet". Tí, sum hon segði, hví skuldi hon ganga í skúla og útbúgva seg til eina framtíð, sum kanska ikki er. Hví skal hon læra fakta, tá týdningarmiklastu fakta, ikki hava týdning fyri samfelagið?



Her sat hon hvønn dag fram til valið. Eftir valiðhevur hon streykaðhvønn fríggjadag, og so viðog viðhava onnur kring allan heimin tikiðundur viðhennara veðurlagsverkfalli.



Greta fekk depression og angist tá hon varðbara 11 ár. Hon fekk trinnar diagnosur m.a. Aspergers, iðer eitt slag av autismu og hon sigur, at hon sær heimin svart ella hvítt. "Entin røkka vit okkara málum, ella gera vit ikki". Hon sigur sjálv, at taðer Aspergers, iðer orsøkin til at hon sær taðsum er skeift viðokkara skipanum, og at taðer Aspergers sum ger, at hon ikki bara spælir eftir teimum sosialu reglunum, sum vit onnur gera. Eftir at hon merkti umhvørvisbroytingarnar á egnan kropp, tá skógareldar og hitabylgja herjaði í Svøríki í fjørsummar, so valdi hon at fara í veðurlagsverkfall viðtí kravi, at Svøríki skal lækka CO2 útlátiðsambært París sáttmálanum.







Taðer ræðslan og óttin fyri at hon og børnini í dag onga framtíðhava, sum fær hana at handla. Sum hon sigur "I don’t want you to be hopefull, I want you to panic".



Greta verður samanborin viðPippi og Joan de Arc. Hon er júst komin á listan hjá Time yvir tey 100 fólkini viðmest ávirkan í 2019. Hon er innstillaðtil Nobel heiðurslønina og hon ferðast víða, har hon talar fyri heimsins leiðarum.



Alt hetta hóast hon hevur autismu, kundi onkur hugsað. Men hettar er eitt sólstráludømi uppá, hvussu evnarík, klók og týdningarmikil menniskju eru, sum hava aðrar mátar at síggja heimin, enn tey sokallaðu normalu. Í hesum fólkum hava vit eitt týdningarmikiðtilfeingi, sum tó krevur at samfelagiðmegnar at lofta teimum, og geva eitt nú børnum viðautismu, ADHD og øðrum diagnosum ta rúmd, tillagingar og hjálp sum krevst.



Í mínum barnaárum í 1980’unum varðtaðikki umhvørviðvit vóru stúrin um, tí tá var taðkalda kríggiðog atombumburnar í fylti tíðindini, og taðvóru russar vit ræddust mest. Tó umhvørvi og dálking ikki fylti serliga nógv tá, so hevur tilvitiðaltíðveriðhar. Eg minnist ikki hvat taðvar sum gjørdi tað, men tá eg var umleið15 ár gavst eg at vaska háriðviðsjampo og balsam í eitt ár ella so tí eg varðbangin fyri at kemikaliuni oyddi líviðí sjónum. Í dag klúgvi eg maskinuppvaskitablettirnar í helvt, tí uppvaskimaskinan er bert hálva stødd. Vit eiga ikki at brúka meir enn neyðugt, og alt ger mun!



Eins og eg gjørdi tá, so stúrir Greta fyri sínari framtíð. Í mun til okkara stúran 1980’unum, so hevur hon merkt umhvørvisbroytingarnar á egnan kropp, og hon veit, at taðer okkara framleiðsla og nýtsla, sum ávirkar umhvørviðog líviðá jørð. Hon heitir á okkum øll, um at gera okkara til at røkka málinum.



Eg hevði ynskt, at eg var líka so djørv sum Greta. Hon sum megnar at seta umhvørvi á dagsskrá á ein heilt nýggja hátt, sum er út frá sjónarhorninum á stúrandi børnum. Hon megnar at reisa eina fylking á fleiri milliónir børn, ung og gomul bara uppá nakrar mánaðir.



Tíbetri hevur hon fingiðheimsins leiðarar at lurta. Vónandi fær hon eisini heimsins leiðarar, okkara politikarar og hvønn einstakan av okkum eisini at handla.







Kraviðtil okkara er, at seta tiltøk í verk, soleiðis at hitin á jørðini ikki skal hækka meir enn 1,5 stig næstu 50 árini.



Nógv hava tosaðum umhvørviðáðrenn Greta. Hví er taðjúst hana vit hoyra? Hví er taðjúst hon, sum slær í gjøgnum - Orsøkin er helst tí, at hon talar til okkara foreldrainstinkt, og tí vit innast inni vita, at mátin vit liva í dag, er ein hóttan ímóti framtíðini hjá okkara børnum. At okkara børn eru hótt fær okkum at lurta.



Eg takki fyri at hava fingiðmøguleikan at geva mítt íkast til veðurlagsverkfalliðog verða viðtil at stuðla og fremja neyðugu broytingarnar. Takk fyri at so nógv tykkara eru møtt og 1000 takk til fyriskiparnar, iðhesaferðfyriskipa 16. veðurlagsverkfalliðá rað.



Spurd "er Svøríki ikki ov lítiðog týdningarleyst í umhvørvisspurninginum í heimshøpi?" - so svarar Greta: "you are never to small to make a difference".



Føroyar er lítið, men hóast taðskula vit sjálvandi taka ábyrgd og vísa globalt umhvørvissamhaldsfesti. At vit eru lítil, er ein fyrimunur fyri at kunna umstilla samfelagiðskjótt, og verða fyrimynd fyri størri londum og tyngri skipanum. Á øllum fláum í samfelagnum skula vit taka ábyrgd og lóggeva, upplýsa, píska og geva gularót, fyri at vit kunnu røkka setta málinum sum skjótast.



Hvat verður so gjørt her heima og í okkara egnu kommunu?



Sum býðslimur í Tórshavnar kommunu og sitandi í umhvørvisnevndini havi eg sjálvsagt nøkur hjartamál innan umhvørvið, sum fylla nógv hjá mær, og sum eg havi raðfest at arbeiða við. Eg fari at greiða eitt sindur um 5 teirra, sum øll eru viðtil at minka um útlát og dálking.



Málini eru:1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla. 2: Bussleiðin3: Fótgangarateigar
4: Bur
ðardygg orka og oljutangar







5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs





Aftur til mál nummar 1: Heimsmál nr. 12 er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu. Tíverri, so eru vit nøkur forbrúkarasvín. Taðer eingin penur máti at siga taðuppá!Vit hava ein keypi og blaka burtur mentalitet sum er øðiligur.



Nýtslan økist ár eftir árum. Vit innfluttu 10% fleiri vørur í 2018 enn í 2017. Seinastu 10 árini er innflutningurin vaksin úr 5,0mia upp í 7,7mia. Vørur úr Kina og Asien er farnar úr knappar 450 mil. til næstan 800 mil. Okkara forbrúk hevur ongantíðverði størri.
Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 95% av árinum, nátt sum dag. Býðiðleitar í hesum døgum eftir einari loysn, einari nýggjari brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti er linierur og gongur beint uppeftir. Brennistøðin kann sjálvsagt ikki brenna meir.
Er hettar ikki visionertleyst og at gera einki viðhøvuðstrupulleikan? Hví ikki heldur politiskt siga, at vit minka burturkasti viðeini 20% ella 50%!Hetta við, at vit skula keypa minni, keypa betri og longrihaldandi vørur, brúka tær longri og endurnýta. Taðnýggja er, at vøran skal eisini verða lætt skiljast sundur aftur í ráðevni, soleiðis at hon kann endurnýtast aftur.



Vit skula skilja burturkasti so minni endar í brenniovninum. Lívrunniðskal skiljast til biogassverkiðog vit skula verða nógv nógv betri til at skilja eltól, plast, pappír, metal o.s.f. soleiðis hesi avmarkaðu og dýrabaru ráðevni verða verandi í umferð.



Mál nummar 2 er Bussleiðin. Kollektivur flutningur er umhvørvisbetri, men bert um nógv koyra við! Tí skal bussleiðin verða super góð! Beint nú, halda vit ondina eitt sindur, tí sum flest øll vita, so er nýggj bussleiðkomin. Um hon er betri ella skal tillagast ella vendast aftur, muga vit bíða til eftirmetingarnar hava verið. Bussleiðin skal verða góðog brúkbar. Hon er loysnin ikki einans uppá parkeringstrupulleikarnar í býnum, men er eisini viðat minka um dálking og útlát.



Mál nummar 3 er um fótgangarateigar. Skula fleiri velja bilin frá, má taðverða trygt at ganga. Okkara bilpark veksur viðeinum 1500 bilum um árið! - Í dag er ferðslan so nógv, at fleiri hætta sær ikki út at ganga.







Skula vit tora at lata børnini ganga og taka bussin, so skal taðeisini verða trygt at ganga yvir um vegin. Hugburðurin til gongufólk og gonguteigar er ikki góður í Føroyum. Stendur tú og roynir at sleppa yvirum ein veg, har eingin gonguteigur er, so er taðhættisligt og ikki fyri illa gongd ella børn. Tí skal kommunan og landiðeisini verða viðtil, at gera fleiri gonguteigar og nútímansgera teir, soleiðis at teir eru nógv sjónligari, upplýstari og tryggari at ganga yvir um. At fleiri ganga, minkar sjálvsagt eisini um dálking og útlát.



Fjóðra og næststeinasta máliðer um orku og oljutangar. Sera nógvir oljutangar eru blivnir skiftir og skula skiftast í nærmastu framtíðsambært kunngerðnr. 124 frá 2018. Leystliga mett, er talan um einar 1500 tangar, bert í Tórshavnar kommunu. Tíverri eru burðardyggari orkuloysnir nógv dýrari enn at skifta oljutangan. Tí velja tey flestu at skifta tangan og halda áfram viðoljuni. Hóast umhvørvisliga hevði taðveriðnógv betri, um tey skiftu til varandi orku. Brúka tey 2L olju um dagin 365 dagar um áriðer talan um knappar 1,1mil L um árið. Tá tú hevur inviseraðí ein nýggjan oljutanga, fert tú hægst sannlíkt at brúka hann í einari 30-50 ár. Tí eiga vit sum skjótast, at seta tiltøk í verk, soleiðis taðverður nógv lættari at velja grøna orku.



Tíverri er hjálpin sein á veg. Hvørki land ella kommuna hava gjørt nógmikiðfyri at eggja fólki at skifta yvir til grøna orku. Okkurt er gjørt, men tann besta hjálpin hevði verið, at bjóða eitt bíligt lán yvir langa tíð, soleiðis at ein ikki skuldi leggja einar 80-100t krónur á borðiðí einum. Fyri landiðhevði taðloyst seg fíggarliga og á umhvørvisrokniskapinum. Fíggjarliga er minni innflutningur av orku er positivur fyri handilsjavnan. Fingu fólk sær hitapumpu, jarðhita ella fjarðhita, vóru pengarnir í Føroyum, ístaðin fyri, í lummunum hjá onkrum risaoljufelagi í útlandinum..



Eitt annar stórur umhvørvistrupulleiki sum fyllir nógv hjá okkara børnum, er plast og órudd í náttúruni. Hettar er 5. og seinasta punkti. Men, hví finna vit okkum í, at so nógv órudd liggur og flýtur. Hettar er stór hóttan ímóti djóralívið, margfeldi og okkara egna lívið. Her má lógarsmíðarnir taka pískin fram. Taðfinst einans ein rættvísur dómur fyri at blaka órudd í náttúruna, og taðer at skula rudda taðog annaðórudd uppaftur. Tí er loysnin ímóti hesum óruddi, at tey sum órudda og blaka í náttúruna skulu revsast viðsamfelagstænastu. Tey skula út at taka órudd upp í t.d. 21 dagar.







Hettar vóru míni úrvaldu 5 mál. Tey eru bert ein pinkalítil partur av stóru heildini, sum øll hava týdning.



At stúrast fyri framtíðini hava umhvørvisangist skal ikki verða lagnan hjá okkara børnum. Einasta viðgerðin er vónin. Vónina fáa vit, um taðverður handla. Vit skylda okkara børnum at handla og skapa tær broytingar, iðeru neyðugar fyri at tálma veðurlagsbroytingunum.



Takk fyri!