Sambandsflokkurin hevur gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 30,9 mió. krónur.


Nú kemur gongd í málinum at betra um fysisku karmarnar hjá Kriminalforsorgini. Harafturat kemur ein føroysk-grønlendsk orðabók, og ein filmspulja, ið hevur til endamál at upplýsa um ríkisfelagsskapin verður sett á stovn. Hetta hevur Sambandsflokkurin avtalað við Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, í samband vid fíggjarlógina 2021. Harafturat eru 600.000 settar av til nýggjan buss til Trivnaðargrunnin hjá sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn í SSA-reservuni, eisini kend sum satspuljan. Hendan puljan er eisini umfatað av fíggjarlógini.



Øll ynskini hjá Sambandsflokkinum blivu útflíggjað.



Fysisku karmarnir hjá Kriminalforsorgini í Føroyum eru als ikki nøktandi, men nú kemur gongd í málinum um at betra teir. Eftir umboðan frá Sambandsflokkinum eru 1,5 mió. krónur settar av til at kanna møguleikarnar til at betra um teir fysisku karmarnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum. Hetta forarbeiðið er hart tiltrongt, og nú kemur endiliga gongd í málið.



Sambandsflokkurin hevur, saman við grønlendsku IA umbiðið 2 mio. krónur tey næstu tvey árini til at enda verkætlanina um eina føroyskt-grønlendska orðabók. Tann grønlendskt-føroyska orðabókin bleiv útgivin fyrr í ár, og hon er atkomulig á Sprotin.fo. Hetta verður sjálvandi eisini galdandi fyri ta føroyskt-grønlendsku orðabókina. Sambandsflokkurin saman vid IA gleðist stórliga um hetta initiativið, ið kemur at virka fyri, at málsligu markaforðingarnar Grønland og Føroya millum minka.



Harafturat er Sambandsflokkurin við í avtalu, sum øll tey norðatlantisku umboðini, hava umbiðið saman - neliga at seta á stovn eina filmspulju, ið hevur til endamál at upplýsa um ríkisfelagsskapin. Puljan byggir víðari á góðar royndir við tí fyrrverandi Norddok-puljuni, soleiðis at tað framvegis kunnu gerast dokumentarfilmar, ið økja um vitanina um Føroyar, Grønland og Danmark.



Vit gleðast um, at øll tey norðatlantisku umbodini kunnu standa saman um hetta átakið. Í alt snýr tað seg um 26,8 mió. kr. yvir fýra ár.



Í november gekk stjórnin harafturat ynskinum hjá Sambandsflokkurin á møti og játtaði 600.000 kr. til ein nýggjan Sóljubuss til Trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn úr SSA-reservuni. Hendan puljan liggur eisini undir fíggjarlógini. Bussurin hjá Sjúklingahotellinum er niðurslitin, og Trivnaðargrunnurin hevur tí leingi savnað inn pening til ein nýggjan buss. Hesin bussur er mannaður av sjálvbodnum og verður nýttur til útferðir fyri sjúklingar og avvarðandi.



Í alt hevur Sambandsflokkurin gjørt avtalur við donsku stjórnina fyri 30,9 mió. kr.