Samfelagið og rúsdrekka


Tað eru ivaleyst fleiri í Føroyum, ið eins og eg sjálvur, ikki duga at drekka, og ivaleyst kenna seg aftur í støðuni at vakna og kenna á sær, at her ruggar ikki alt rætt.



Onkuntíð verður tú noyddur til at gera stórar broytingar í lívinum. Mín var at gevast at drekka, og eru tað skjótt tvey ár síðani, at eg tók hesa avgerð.




Tað er neyvan nøkur familja í Føroyum, ið ikki er rakt av rúsdrekka ávum, og eg eri vísur í, at tit sum lesa hetta, hava onkran í tykkara familju, vinaskara, ella kenna onkran, sum hevur trupuleikar av ov stórari rúsdrekka nýtslu.



Skil meg rætt, eg fari ikki at forbjóða rúsdrekka, eg haldi, at sjálvandi skulu fólk hava atgongd til rúsdrekka. Eg fari ikki at sita við einum lyftum peikifingri og gera meg til eitt betri fólk enn nakað annað.
Men vit hava stórar avbjóðingar á hesum økinum, ongin ivi um tað, og hesar avbjóðingar kunnu tykjast at gerast alsamt størri.



Vit hava í dag eitt samfelag, har alt gongur við rúkandi ferð, og har alt skal vera perfekt bæði innan og uttanveggja.
Vit hava ungar familjur, ið seta seg í ómetaliga stóra skuld, fyri at røkka dreyminum um tað fullkomna lívið.Tá ið tað so vísir seg, at alt ikki gongur sum tað skal, so eru fylgjurnar mangan, flýggjan til fløskuna, ótrúskapur, harðskapur og sorlaðar familjur.



Tá ið vit síggja onkran í Steinatúni, sum situr har fullur ella liggur avdottin, so er hetta ikki nakað, sum er hent eftir einari viku ella einum ári, hetta er nakað, sum hjá flestu er nakað, sum hevur útviklað seg yvir fleiri ár.
Hesi medmenniskju okkara, vóru púra vanligir borgarar, sum tú og eg, men okkurt barst teimum á, og tey fingu ikki fóta sær aftur.



Vit hava nógv í dag, sum gera eitt ómetaliga stórt arbeiði, eg má nevna Frelsunarherin , og kanska serliga Martin Kúrberg, sum ígjøgnum nógv ár, hava gjørt eitt stórt arbeiði.Tey møta øllum í eygnahædd, og eg havi størstu virðing fyri teimum og teirra arbeiði.



Tá ið eg verði valdur á Løgting, vil eg fegin vera røddin hjá hesum borgarum og teirra familjum. Eg hvørki kann ella fari at lova gull og grønar skógir, tí at hetta er ikki nakað, sum verður loyst við einum pennastroki, men mín lutur skal ikki liggja eftir.



Vit hava skyldu sum land, at taka okkum av øllum sum her búgva, og ikki bara hjúkla um tey, sum eru væl fyri og rópa harðast.Mín vón er, at vit kunnu gera skipanir og bjóða fólki eina so góða viðgerð, at ongin skal doyggja av ovurnýtslu av rúsdrekka, men heldur venda aftur til lívið, og vera eitt aktiv fyri okkara land.



Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Rio de Janeiro