Sandavágs Ítróttarfelag sett hondbóltsvenjara


Sandavágs Ítróttarfelag hevur fingið ein nýggjan venjara til komandi kappingarár.



Mads Jordan-Madsen er 40 ára gamal og hevur 20 ára royndir innan barna-og ungdómshondbólt.



Mads er eitt felagsmenniskja burturav og sera eldhugaður innan hondbólt. Áskoðanin hjá Mads er, at hondbóltur skal vera stuttligur og at rúm er fyri øllum. Øll skullu hava passandi avbjóðingar í mun til egnar førleikar, og at øll skulu kenna seg virðismettan og partur av felagsskapinum.



Vit síggja fram til at kappingarárið byrjar aftur, gleða okkum til at okkari nýggji venjari byrjar tann 1. septembur og ynskja honum hjartaliga vælkomnan til felagið, skrivar SÍF í tíðindaskrivi.