SAS hevur avlýst 205 fráferðir

SAS hevur í kvøld gjørt av at avlýsa 205 fráferðir fram til á middegi í morgin.

Orsøkin til at SAS avlýsir er, at flogskiparnir hjá felagnum hava boðað frá, at teir fara í verkfall, um eingin semja er funnin áðrenn midnátt.

Av teimum 205 fráferðinum er eisini túrurin til Føroyar ímillum.