Savnsfagnaðurin heldur fram

 

Nú er Savnsfagnaður á Tjóðsavninum og húsið er fult av spentum og forvitnum børnum og familjum teirra

Kom innar og uppliv spennandi framsýningina, granskarasøgur, barnasjónleik, skattaveiðu, navnakapping og ert tú heppin, kanst tú hvønn dag vinna eina ógloymandi ferð út í Tindhólm við allari familjuni.

 
Facebook event (3).png

12 ára gamli Hans og lítlibeiggin Kristian koma í neyð av tí ónda og sterka bóndasoninum, ið noyðir Hans við til útróðrar, hóast huldufólkini hava ávarað um illveður. Bóndasonurin vil ikki lurta, og tað dámar huldufólkunum ikki … 

 

Skráin á Tjóðsavninum í heystfrítíðini

Allan dagin: Stuttleika tær við STÓRA uppgávuheftinum

Kl. 11 Tjóðsavnið letur upp

Kl. 11.15 Hjálmar Dam lesur huldusøgu

Kl. 13 Dagsins granskarasøga

Kl. 15 Sjónleikurin „Huldufólk”

Kl. 15.30 Lutakast. Dagsins vinnari av familjuferð út í Tindhólm verður funnin

Kl. 16 Tjóðsavnið letur aftur

 
2520979720_b52cdc20de_b.jpg

Vinn familjuferð út í Tindhólm

Vinn eina ógloymandi ævintýraferð út í Tindhólm saman við allari familjuni. Fyll út lutaseðilin og ver við í kappingini um 5 dagsútferðir út í Tindhólm í mai ella juni 2019 fyri familjuna (5 fólk)

Vinnarin verður drigin hvønn dag kl. 15.30 á Tjóðsavninum í Brekkutúni

Copy of Facebook profile.png

Navnakapping: Hvussu eiti eg?

Hey, eg eri ein huldugenta. Hagin er mítt spælipláss og besti vinur mín er ein hvítravnur. Eg eri djørv, dámi væl at arga, og so eri eg forvitin og serliga áhugað í menniskjaheiminum. Men eg mangli eitt navn

Kom á Tjóðsavnið við tínum uppskoti og ver við í kappingini um eitt gávukort á 500 krónur til savnsbúðina