§52-a fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum



 

1.    Hvussu nógv hava borgarar og fyritøkur, búsett í hesum økjum:

Norðoyggjum
Eysturoynni
Norðstreymoy
Suðurstreymoy
Vágunum
Sandoynni
Suðuroynni

goldið íalt í skatti og avgjøldum til landskassan í krónum og í lutfalli av heildini (%) fyri árini 2016, 2017 og 2018?

2.    Hvussu nógv hevur landskassin gjørt løgur fyri í somu økjum í krónum og í lutfalli av heildini (%) í árunum 2016, 2017 og 2018?

Tað er ikki so lætt hjá skattaborgaranum at fáa innlit í, hvussu hansara skattakrónur verða umsitnar í samlaða landshúsarhaldinum. Vanliga verður hildið, at løgur hjá tí almenna í ein rímiligan mun eiga at avspegla virksemið í samfelagnum. Soleiðis er rímiligt at hugsa, at tey økir í samfelagnum, sum gjalda nógv í skatti og avgjøldum, eisini hava mest tørv á almennum løgum. Almenna undirstøðukervið er ein fortreyt fyri, at vinnulív og borgarar kunnu skapa virksemi, sum kastar pening av sær í almennu kassarnar. Eitt nú ber illa til at halda einum høgum vinnulívsvirksemi, um ikki vegir og tunlar halda til virksemið. Fyri at lýsa hetta sambandið og fáa eina fatan av raðfestingunum hjá sitandi stjórn, verður landsstýriskvinnan biðin um at greiða samanhangin millum landskassans inntøkur og løgur býtt á ymsu økini í landinum. 

 

Bill Justinussen