Sera gott føroyskt avrik í kvøld

 Tað var eitt sera gott avrik føroysku fótbóltsleikararnir vístu á Tórsvølli í kvøld - teir góðu alt teir áttu, eingin spardi seg, teir kempaðu allir fyri allar.

Í fyrra hálvleiki vístu føroysku leikararnir hvussu leikur skuldi fara, teir kundu um teir vóru hepnir ført í hálvleikinum, men hálvleiiksstøðan gjørdist 0-0.

Í seinna hálvleiki løgdu skotarnir hart út, men okkara menn vardu mannuliga og vístu eisini gott fótbóltsspæl, men stutt fyri at tíðin rann út fingu skotarnir mál til 1-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Vit føroyingar eru sera stoltir í kvøld, hóast vit taptu, úrslitið vísir, at vit saktans kunnu leika upp ímóti teimum stóru í fótbólti.