Skeið fyri kassameistarum og nevndarlimum í ítróttafeløgunum í Vágum


Í morgin, mikudagin 4. mars skipar ÍSF fyri skeiði, fyri kassameistarum og nevndarlimum í ítróttafeløgunum í Vágum.



Innihaldi á skeiðnum verður m.a :



1. Bókhald og mannagongdir



2. Skattlig viðurskifti



3. Stuðulsskipanir og MVG



4. Nevndararbeiði, skyldur, viðtøkur o.a.





Skeiðið verður í 07-Vestur húsinum í annaðkvøld kl 18-21.



Enn eru pláss tøk og tilmelding fer fram á leinkjuni: https://isf.fo/skeid-fyri-kassameistarar-nevndarlimir-2020/





Undirvísarar verða Finn Jensen og Andras Nolsøe