Skjótari at fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi


Landsstýrismaðurin hevur broytt koyrikortskunngerðina, soleiðis at tað verður skjótari at ogna sær koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi. Samstundis eru krøvini um frálæru herd.



Í løtuni eru ov fáir bussførarar at koyra við ferðafólki í Føroyum, serliga um summarið. Koyrilærarar og vinnan hava víst á, at tað tekur órímiliga langa tíð at taka koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi, og at hetta heldur fólki frá at ogna sær hetta koyrikortið.



Tí hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum í samstarvi við Akstovuna og koyrilærarar gjørt eina broyting í koyrikortskunngerðini, sum gevur møguleika fyri at taka koyrikort til vinnuligan fólkaflutning við bussi skjótari, samstundis sum stórur dentur verður lagdur á ferðslutrygdina.



Økt frálæra



Eftir verandi skipan kanst tú bara fáa koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, um tú skjalprógvar, at tú javnan hevur koyrt buss ella lastbil í minsta lagi eitt ár innan fyri seinasta trý-ára skeiðið.



Nýggja skipanin gevur møguleika fyri at sleppa undan kravinum um at hava koyrt buss ella lastbil í meira enn eitt ár. Í staðin er millum annað kravt hálkukoyring á góðkendari koyritekniskari breyt.



Nøktar tørvin hjá vinnuni



Nýggja skipanin fer at vera galdandi aftrat verandi skipan.



Hóast nógv bendir á, at lítil busskoyring verður við ferðafólki í ár, kann roknast við, at tørvurin á fleiri bussførarum tekur seg upp aftur næsta summar. Við broytingini í ásetingini um vinnuligan fólkaflutning í koyrikortskunngerðini verður lættari at nøkta tørvin hjá vinnuni, samstundis sum skipanin leggur dent á ferðslutrygdina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.


Broytingin í koyrikortskunngerðini kom í gildi í gjár.