Skjótisambandið fingið altjóða limaskap


Skjótisamband Føroya hevur nú fingið limaskap í International Shooting Sport Federation. Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi





Skjótisamband Føroya kann nú senda síni ítróttafólk til altjóða kappingar undir føroyskum flaggi. Skjótisambandið hevur fingið limaskap í International Shooting Sport Federation, ISSF, eftir at sersambandið fyrstu ferð søkti um limaskap í august 2019.





Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt eisini vera við í kappingum, sum Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, skipar fyri. EOC staðfesti endaliga í 2019, at Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í EOC-kappingum í teimum ítróttagreinum, har Føroyar hava altjóða limaskap.





- Hetta eru frálík tíðindi – serstakliga fyri menningina av føroyskum skjótiítrótti. Vit eru sera takksom fyri, at ISSF hevur bjóðað okkum vælkomnum upp í felagsskapin. Limaskapurin fer ikki einans at geva okkara ítróttafólkum íblástur, hann fer eisini at geva okkum royndir á hægsta stigi. Vit eru so sera takksom fyri hesi góðu tíðindi, sigur Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya.





ÍSF fegnast um altjóða limaskapin hjá Skjótisambandinum. Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sigur, at limaskapurin er enn ein týðandi varði á leiðini at fáa føroyskum ítrótti alsamt fleiri altjóða viðurkenningar.





- Hetta eru stórtíðindi, tá talan er um at menna føroyska skjótiítróttin í komandi árum, og hetta passar sum fótur í hosu við, at vit gera nýggja skjótibreyt, sigur Jon Hestoy.





Hann fegnast um, at alsamt fleiri føroysk ítróttafólk hava fingið høvið at kappast á altjóða stigi undir føroyskum flaggi seinnu árini. Føroyar hava nú altjóða limaskap í 12 ítróttagreinum: bogaskjóting, badminton, dart, fótbólti, hondbólti, parasport, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, taekwondo og flogbólti.