Skúlin á Giljanesi: Stroyming av jólagudstænastu


Vegna varðsemi, hava vit ikki jólagudstænastu á vanligan hátt í ár. Vit hava tikið upp eina gudstænastu, sum verður stroymd klokkan 10:10 í morgin. Øll kunnu síggja stroymingina á jn.fo .


Ístaðin fyri at øll fara í kirkjuna, fer hvør flokkur sær, at hyggja eftir gudstænastuni í skúlastovuni.

Jónfinn Stenberg og Dina Poulsen hava tikið gudstænastuna upp, og Jónfinn Stenberg hevur klipt og sett saman. Hetta er sama toymi, sum hevur tikið jólasjónleikin hjá 7.flokki upp í ár.


Skúlin á Giljanesi.