Spennandi starv sum grannskoðari er leyst at søkja


Arbeiðið á stovninum er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og fevnir um at grannskoða almennar stovnar og skipanir.





Tann, sum verður settur, skalhava hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, løgfrøði, KT ella aðra viðkomandi útbúgving og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata umsiting.





Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.





Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:



Landsgrannskoðanina



Traðagøta 43



Postrúm 2053



165 Argir



ella í telduposti til: postur@lg.fo.





Freistin at søkja starvið er 12. november 2019. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.






Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo.