Steðgaðir í tollinum við 800.000 krónum í evrum í viðføri


Tveir herbúgvandi útlendingar vórðu í morgun, 27. oktober 2020, steðgaðir á flogvøllinum ávegis av landinum.



Tolleftirlitið legði í hesum sambandi hald á útivið 800.000 krónur í evrum, sum menninir høvdu í viðføri.



Illgruni er um, at peningurin stavar frá narkosølu og hvítvasking, og málið er latið løgregluni - tað skrivar TAKS.fo