Stjørnan og Polarhav landa á Kósini

 Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landa gulllaks á Kósini, teir hava útvið 250 tons.

Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.

Polarhav og Stjørnan hava hendan túrin roynt vestanfyri.