Stóri finaludagurin í Skúlafótbólti tórsdagin


Tórsdagin 2. mai verður stóri finaludagurin í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági.



Skúlafótbóltur er eitt av stóru spennandi nýggju ítróttartiltøkunum í Føroyum, sum er vorðin veruleiki í einum samstarvi millum FC Suðuroy, Marghøllina, Vágs kommunu og Fótbóltssamband Føroya – har BankNordik sum høvuðsstuðul hevur ein avgerandi leiklut.



Tá Skúlafótbóltur varð settur á breddan á sumri 2018, vóru vónirnar, at tað fóru at koma eini 5-600 fólk til Skúlafótbólt í 2018/2019. Nú finaludagurin verður í morgin er greitt, at bara sjálvan finaludagin koma fleiri enn 700 børn at spæla hálvfinalur og finalur í Marghøllini. Til innleiðandi umførini hava fleiri enn 1.800 skúlanæmingar kappast í øllum skúlaárgangum.



Til stóra finaludagin verða spældir tilsamans 40 dystir í hálvfinalum og finalum. Byrjað verður kl. 12.30 og hildið verður áfram til kl. 16.00.



Í Marghøllini og í telti uttanfyri Marghøllina verður møguleiki at keypa ymiskt til matna og kaffi & kakur. Sum vant verður Páls Høll eisini opin, soleiðis at tey vitjandi kunnu fara at svimja, eftir at tey eru liðug við finalurnar.