Strákur tók nógv á bóli



FYRSTA UTTANDARAKAPPINGIN Í ÁR, VAR HILDIN UNDIR KRÁARHEYGGJI LEYGARDAGIN.




Veðrið var gott undir Kráarheyggji leygardagin, ikki tað, eitt vet av mjørka lá í dalinum, men ikki nakað sum órógvaði kappingina.



Reiðfólkini vóru sum vera man spent at koma í gongd, nú skuldi venjingin hendan veturin gjarna vísa seg aftur í úrslitum á breytini. Tað vóru eisini nógv flott ross at síggja og eisini nøkur væl gongd ross.



Serliga fall kanska Strákur hjá Regini Johannessen í eygað, hesin greðingurin teir sjálvur hava alt. hevur kappast fyrr, men hevur kanska ongantíð verið betri fyri enn beint nú.



Hetta gav eisini úrslit, Strákur vann fjórðgongsgreinina og gjørdist nummar trý í Tølt. Flott úrslit sum skuldi boða frá einum góðum kappingarárið hjá Stráki.



Fimmgongdina vann Knút Lútzen á Tórey, tey bæði vóru rættiliga sannførandi, men tá tey fingu eitt greitt sjey tal í skeið var eingin ivi um fyrstaplássið hjá teimum.




Aðrir vinnarir vóru í V5, Lív Heinesen á Háreka - T7 Ragnheiður á Huga - T2 Esther Dahl á Heyga á Vorboða - T1 Jacklin Durhuus á Hafdís.



Fleiri myndir eru at síggja í myndasavnið á hesu leinkju:



https://www.ridisamband.fo/myndasavn/topp-ross-uttandurakapping-1-2019