Stýrið í Kommunufelagnum hevur skipað seg


Á fundi í morgun hevur nývalda stýrið í Kommunufelagnum skipað seg. Stýrið skipaði seg við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn sum formanni og við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu sum næstformanni.







Í nývalda stýrinum sita hesi 13 umboð:



· Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, formaður



· Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, næstformaður



· Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna



· Per Martin Gregersen, Eysturkommuna



· Bjarni Prior, Vága kommuna



· Davur Juul, Fuglafjarðar kommuna.



· Jógvan Kruse, Sunda kommuna



· Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna



· Bjarni Johansen, Vágs kommuna



· Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna



· Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna



· Súni í Hjøllum, Nes kommuna



· Heri Sverrason, Sands kommuna





Nývalda stýrið hevur longu sín fyrsta regluliga fund komandi fríggjadag 15. januar.





Kommunufelagið.