Tá teppið verður skrykt undan!


Við einari einfaldari vælferðarlóg, einari rehabiliteringsætlan og einari miðstøð, har fakligi kunnleikin er saman á einum stað, kunnu vit gera umstøðurnar betri hjá teimum, sum verða rakt av seinheilaskaða.





Í farnu viku varð eg bjóða sum valevni til ein sera áhugaverdan, rørandi og hjartanemandi valfund, sum Heilafelagið skipaði fyri.





Heilafelagið er áhugafelagið fyri tey, sum eru rakt av seinheilaskaða. Seinheilaskaða kann ein fáa, tá ein hevur verið fyri slagtilburði, ella á annan hátt, hevur fingið ein heilaskaða. Nøkur doyggja, meðan onnur yvirliva og gerast meira ella minni rørslutarnaði, missa evnini at samskifta v.m. Lívið broytist í einum - ikki bara fyri tann rakta, men fyri alla familjuna, makan og børnini. Umleið 130 fólk í Føroyum fáa slagtilburð árliga.





Ein sera týdningarmikil partur av tíðini aftaná ein slagtilburð er røtt viðgerð og venjing. Hetta tí, at fyri at endurmenna sum mest av tí førleika man hevur mist, ella fyri at varðveita teir førleikar, sum ein hóast seinheilaskaðan enn hevur, er venjing alt.





Í dag er støðan tann, at tey, sum eru undir 67, ikki altíð fáa tað endurmenning, viðlíkahaldsvenjing og taluviðgerð, bara fyri at nevna nøkur viðurskifti, sum eru alneyðug fyri, at tey kunna endurmenna og/ella viðlíkahaldsmenna sínar førleikar og betra um sína lívsgóðsku.





Hetta mugu og skulu vit loysa sum skjótast eftir løgtingsvalið 31. august.





Støðan hjá teimum sum verða rakt av seinheilaskaða er alt annað enn góð í dag. Hetta gongur ikki bara út yvir tey sjúku sjálvi, men alla familjuna, makan og børnini. Tey avvarðandi gerast tíðum málsviðgerarir og brúka sera nógva tíð uppá myndugleikar, fundir, umsøknir v.m., fyri at fáa tað hjálpina, sum tann rakti hevur tørv á. Hetta gera tey, umframt, at tey eru stuðlar og hjálp hjá tí rakta allar teir tímarnar, tá ongin annar tekur yvir. Ikki minst gongur hetta út yvir børnini, sum harumframt mugu vera vekk frá foreldrunum, tá tey noyðast uttanlanda í viðgerð. Familjan er tí í sera stórum vanda fyri at verða rakt av strongd, hjartatilburðum, tunglyndið v.m., vegna tað stóra trýstið, tey eru í.





Hóast politiska skipanin hevur verið vitandi um hetta seinastu 4 árini, er onki hent. Gamaní hevur tað tikið tíð at gera eina umfatandi vælferðarlóg, sum tó ongantíð varð samtykt, men tað hevði ikki tikið so langa tíð, at gjørt eina broyting í kunngerðini, so tey sum hava tørv á tí, aftur fingu viðlíkahaldsvenjing og taluviðgerð. Hetta bara fyri at nevna tvey dømir.





Nú er tíð uppá, at vit fáa skipað hesi viðurskiftini.





Í Fólkaflokkinum ynskja vit: