Thetis og tyrlan eru á veg til Skúvoyar


Thetis fer nú út til Skúvoyar at gera corona kanningar, og tað er ókeypis . Hetta er eitt gott og sera átrokandi tiltak, ið skuvoyingar eru takksamir fyri.

Tryggleiki í smáu utoyggja samfeløgunum er altavgerandi, og tí verður arbeitt við at fáa hesa tænastu til allar útoyggjar, tað skrivar Útoyggjafelagið.