Tíðindafundur um korona seinnapartin


Klokkan 15.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við korona, nú smittan aftur er í landinum.



Á tíðindafundinum verða løgmaður, landsstýrismaðurin í heilsumálum, formaðurin í Epidemikommissjónini og Landslæknin.