Tíðindaskriv frá LP um fátækraváða

 Tíðindaskriv



 Alt ov nógvir pensjónistar í
fátækraváða



Landsfelag Pensjónista hevur í fleiri ár
gjørt vart við stóra talið av pensjónistum, sum eru í fátækraváða.



 



Í
samband við at Hagstova Føroya tann 18. mai 2020 kunngjørdi nýggjastu tølini
fyri 2018, har gjørt verður vart við, at 10,1 % ella yvir 5000 fólk í Føroyum
eru í fátækraváða harav helvtin av hesum eru pensjónistar, hevur Landsfelag
Pensjónista hesar viðmerkingar:



Nærum
helvtin av teimum, ið eru í fátækraváða í Føroyum eru pensjónistar.  Fátækraváðin millum pensjónistar í Føroyum er
grundarlagið til, at Landsfelag Pensjónista javnan heitir á politisku
myndugleikarnar um at hækka pensjónina.



Talvurnar
niðanfyri vísa, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, nevniliga at
pensjónistarnir í veruleikanum eru blivnir verri og verri fyri í mun til
restina av samfelagnum. Tey eldru eru nógv verri fyri enn tey yngru,
serstakliga eldri kvinnur.



 



Fátækraváði í %
skift á aldur (2010-2018)













































































































































































 



2010



2011



2012



2013



2014



2015



2016



2017



2018



Tils. (aldur)



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Øll húski



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Bæði kyn



8,5



9



10,1



10,3



10,9



10,7



10,1



10,5



10,1



 



 



 



 



 



 



 



 



 



 



25-54
ár



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Øll
húski



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Bæði
kyn



6,4



6,7



7,3



7,3



6,9



6,9



6,5



6,3



6,5



55-66
ár



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Øll
húski



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Bæði
kyn



6



6,2



7



7,3



6,9



6,5



5,5



5,5



4,5



67+
ár



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Øll
húski



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Bæði
kyn



17,1



16,8



20



21,3



27,7



27,4



26,2



29,8



27,4




 



Um ein tekur øll húski í
Føroyum í 2018, so eru 10,1 % í fátækraváða, meðan 27,4 % av pensjónistunum eru
í fátækraváða, og fyri eldri kvinnur eru tað 31,2 %.



 



Pensjónistar
í fátækraváða í % (2010-2018)

































































 



2010



2011



2012



2013



2014



2015



2016



2017



2018



67+ ár



 



 



 



 



 



 



 



 



 



Øll húski



17,1



16,8



20



21,3



27,7



27,4



26,2



29,8



27,4



Mannfólk



12,9



12,5



16,2



17,4



23,2



23,3



22,4



26,1



23,4



Konufólk



20,8



20,7



23,5



24,8



32,1



31,4



29,8



33,4



31,2




Ójavnin
heldur fram



So
seint sum 9. desember 2019 mælti Landsfelag Pensjónista løgtinginum til at
broyta lógaruppskotið í samband við broyting í pensjónsviðurskiftunum, har víst
varð á tí skeivu sosialu fordeilingini, sum uppskotið legði upp til.



Landsfelag
Pensjónista ynskti hesar broytingar soleiðis, at uppskotið gjørdist rættvísari,
og at meira peningur varð latin pensjónistum, ið vóru í fátækraváða.



Júst
um hetta sama mundi høvdu vit einar 2500 pensjónistar í fátækraváða, og mæltu
vit til, at teir at vórðu lyftir upp.



Annars kann
viðmerkjast, at Landsfelag Pensjónista í fleiri ár hevur gjørt vart við, at
lítið og einki er at liva fyri hjá einum pensjónisti, ið einans hevur fólkapensjón
og Samhaldsfasta at liva av.



Í 2018
fekk ein stakur fólkapensjónistur 127.380 kr. um árið eftir skatt og gjøld, og
er tað yvir 20.000 kr. undir fátækraváðanum, ið er 147.589 kr. eftir skatt og
gjøld. Tí hevur felagið fleiri ferðir heitt á myndgleikarnar um at hækka
pensjónina í minsta lagið við 2.000 kr. um mánaðan.



 



Fátækraváði



Tá ein
er í fátækraváða, er inntøkan 60 % av miðinntøkuni. Miðinntøkan er tann
mittasta inntøkan, tvs. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í
Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku
og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkan.



Um vit
hyggja eftir nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya, so er miðinntøkan í 2018 í
Føroyum 245.982 kr. um árið, tvs. at 27,4 % av pensjónistunum liggja næstan
120.000 kr. undir. Hetta ger, at pensjónistarnir eru ein fátækur bólkur í
okkara vælferðarsamfelagi.



Hóast
pensjónin er hækkað hesi seinastu tvey árini, so eru vit vitandi um, at
lønirnar og bruttotjóðarúrtøkan eisini eru nógv hækkaðar, so tað er langt frá,
at hesin stóri bólkurin av pensjónistunum eru við at koma uppum
fátækraváðamarkið.  



At
27,4 % av pensjónistum eru í fátækraváða, metir Landsfelag
Pensjónista er undir alt lágmark, og roynir felagið at lyfta pensjónistar uppum
fátækraváðan við staðiliga at heita á politiska myndugleikan um at syrgja fyri,
at bøtt verður um trupulleikan.



 



22.
mai 2020



Beate
L. Samuelsen, forkvinna



Landsfelag
Pensjónista