Tjaldingarøkið á G! 2019 er hervið opnað

G! Festivalurin: Eingin er so vátur, at hann ikki verður turrur aftur, sigst. Hóast nógv regn er væl mannað og tónleikurin rungar um alla Norðragøtu.




Vit hava hitt Magnus Heinason Eysturoy og Brynjolf Bennicke Ernstsson úr “Midnight Boys” sum varð kosin ársins kampur 2018.



Báðir eru afturvendandi gestir á G! og hava eisini ognað sær armband til tjaldingarøkið hvørt ár, seinastu fýra árini.

Hvat gleða tit tykkum mest til á G!?

Heldur ógegnigt eru báðir samdir um, at nýggja tiltakið Undir G! rundin, sum teir sjálvir fyriskipa, er tað, teir gleða seg mest til.



Eisini gleða teir seg til tað kempi ballið, ið Midnight Boys halda á teltøkinum.




Hvat fær tykkum til at blíva við at koma á G!?



Við einum smíli svara báðir “bitches, ball og øl - og sjálvandi fyrireikingin og samanhaldið”



Tiltakið Undir G! rundin verður á teltøkinum í kvøld kl. 22, har m.a. Marius DC, Young Brazy og Springarasystrar framføra.