Tórdis stillar upp fyri Borgaralistan


Eg eri 48 ára gomul, fødd, uppvaksin og búsitandi í Sandavági, tlf. 533389.




Eg eri gift við Magnus Johannesen, sum eisini er úr Sandavági og vit eiga 3 børn, sum eru 30, 21 og 15 ára gomul.
 
Eg og familjan hava búð í Frederikshavn í 13 ár. Meðan vit búðu har, las eg til námsfrøðing og eftir loknan lestur, starvaðist eg sum námsfrøðingur á dagstovni. Vit fluttu heim aftur til Sandavágs í 2006 og havi eg starvast sum námsfrøðingur øll árini uttan eitt, har eg starvaðist í DutyFree. Í dag arbeiði eg í Sóljugarði í Sandavági.
 

Hjartamál:

Børn, undgómur og tey eldru:

Góðar normeringar og góðar karmar á øllum dagstovnum.

Góð og fjølbroytt tilboð til okkara ungdóm. Eitt ungdómsráð ið skal takast við upp á ráð, tá avgerðir skulu takast, sum viðvíkja teimum. Verkstovur og kvøldskúlatilboð aftan á skúlatíð.

Okkara eldru borgarar skulu hoyrast og tey skulu hava støð, har tey kunnu møtast.
 

Ítróttur og sjálvboðið arbeiði:

Vit skulu stuðla, skapa góðar karmar og arbeiða saman við hesum aktørum, tí tey gera eitt ótrúliga stórt fyribyrgjandi arbeiði.
 
Bygging og býarplanlegging:

Vit skulu altíð hava tøk grundstykkir í øllum bygdum. Skipanin við bíðilistum skal endurskoðast.


Orka og umhvørvi:

Saman við IRF er Vága kommuna við í einari verkætlan um at endurvinna matleivdir við hús. Eg vil arbeiða fyri, at hendan skipanin helur áfram.
 

X við Borgaralistan

X við Tórdis Dam Johannesen