Tuneq og Polar Amaroq landa til Pelagos í Fuglafirði

 Í gjár landaði grønlendski trolarin 350 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði.

Í morgun kom Polar Amaroq á Fuglafjørð við 400 tons av makreli, sum eisini verður landaður til Pelagos.

Bæði skipini hava roynt í altjóða sjógvi tætt norður úr føroyska markinum.