Tyrlan flutti harumann á Landssjúkrahúsið

Klokkan 14:45 seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður ið var á haruveiðu omanfyri Leynavatn hevði brotið beinið .

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir skadda manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið verður upplýst av MRCC.