U19: Javnleikur í seinna dystium


FSF: Tað eydnaðist føroyska U19-landsliðnum við gentum at spæla javnleik 0-0 í seinna venjingardystinum móti Lettlandi.



- Vit spældu ein góðan dyst. Innsatsurin var heilt framúr, og tað var ein fragd at síggja okkara spælarar leggja so nógv fyri, sjálvt um møðin frá fyrra dystinum framvegis sat í beinunum hjá fleiri, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.




Føroyska U19-landsliðið við gentum hevur seinastu dagarnar verið í Riga í Lettlandi, har liðið hevur spælt tveir venjingardystir móti lettlandska U19-landsliðnum. Fyrri dysturin endaði við 2-1 sigri til vertirnar, meðan tann seinni, sum varð spældur leygardagin, endaði við málleysum javnleiki.




Í fyrra hálvleiki gekk rættuliga javnt á, men eftir steðgin sat føroyska liðið á tí mesta, og kom eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar. Millum annað raktu tær yvirleggjaran ta einu ferðina, og vóru heilt nær við í fleiri førum. Men bólturin vildi ikki í lettlendska málið.




- Vit eru eitt sindur skuffaði um javnleikin. Men spælararnir kunnu alíkavæl vera ernir av avrikinum, og tað er nógv, ið vit kunnu taka við okkum frá hesum dysti. Hetta var ein góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í heyst, sigur Pætur Smith Clementsen.




EM-undankappingin verður í Finnlandi frá 1. til 8. oktober. Tá skulu okkara U19-gentur spæla ímóti Finnlandi, Litava og Kekkia.




FØROYAR12. Óluva A. Joensen (M), 2. Armgarð undir Leitinum, 4. Julia Helena Dal Henriksen, 6. Birita Ryan, 7. Sanna Svarvadal (L), 8. Emma Hansdóttir, 9. Marjun Ó. Danielsen, 13. Vár Miðberg, 15. Mona Rasmusdóttir og 18. Maria á Lakjuni.




Í seinni hálvleiki komu Jacoba Neshamar, Jensa K. Tórolvsdóttir, Hanna L. Jacobsen, Lea Lisberg, Maria Djurhuus og Silja P. Augustinussen á vøllin.