Uni stillar upp til Fólkatingsvalið og Joen Magnus stillar upp til Løgtingsvalið


Brøðurnir Uni og Joen Magnus Rasmussen hava valt at býta uppstillingarnar sínamillum.




Joen Magnus, sum situr á Løgtingi, ætlar sær ikki á Fólkating, men vónar at verða valdur á Løgting í august.




Uni hevur stóran áhugað í politikki, fyri donskum og føroyskum, og vil fegin tala søk føroyinga á Fólkatingi, um hann verður valdur.




Á facebookvanga sínum skrivar Joen Magnus Rasmussen um beiggja sín:



“Hóast Uni gjørdist blindur, sum 21 ára gamal, í ferðsluvanlukku, hevur hann víst ein heilt serligan vilja til, at hetta ikki skal verða ein forðing í dagligdegnum.
Hann kundi jú valt, at sitið heima, og tikið synd í sær sjálvum.




Ístaðin hevur hann gjørt slík megnaravrik, sum nærum einsamallur at klæða sær húsini í Gøtu, har meginparturin av arbeiðnum varð gjørt úr stiga.
Hann hevur verið uppi á takinum og gjørt viðlíkahaldsarbeiði.




Tá vit ein dag fletta 60 seyðir, so tummar hann allar 60.



Hann hevur runnið maraton.




Hann hevur súkklað úr Klaksvík til Paris við Rynkeby-liðnum.




Hetta eru bert nøkur dømi, um ein mann, sum avrikar nógv meir, enn væntast kann av honum.




Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur vøddamýkjari, og er stjóri á Hotel Runavík.




Eisini er hann býráðslimur í Eysturkommunu.



Uni er róligur, siðiligur og passaliga tvørur.




Hesin viljin, ella hetta treiskni, eigur at koma væl við á Danatingi.




Eg ivist ikki, eg ætli at velja Una, og vóni at fleiri gera tað sama.”